#  Kristian Martin

## 06 december 2010

###  [Vitjan av Pjøssu :)](http://sorenarson.blogspot.com/2010/12/vitjan-av-
pjssu.html)

Í vikuskiftinum hevði eg vitjan av Pjøssu. Tað er ein sera bleyt kanin, ið øll
børnini í vøggustovuni fáa við heim í ein dag. Orsaka av at mín túrur fall á
eitt vikuskifti, hugnaði eg mær við Pjøssu alt vikuskifti :)

Í morgun hevði eg eina lítla frásøgn og hesar báðar myndirnar við í
vøggustovu, so børnini kundu hoyra og síggja hvat eg og Pjøssa hava tikist við
í vikuskiftinum.

  
[![](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TP1oM53EMKI/AAAAAAAACoQ/B9NMV9-hz5Q
/s400/P1040360.JPG)](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TP1oM53EMKI/AAAAAAA
ACoQ/B9NMV9-hz5Q/s1600/P1040360.JPG)

Tá vit komu heim fríggjadagin læs eg ein søgu fyri Pjøssu.

  
  
[![](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TP1oNbTi9eI/AAAAAAAACoY/9DRqgQaB_QE
/s400/P1040364.JPG)](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TP1oNbTi9eI/AAAAAAA
ACoY/9DRqgQaB_QE/s1600/P1040364.JPG)

Leygardagin og sunnudagin vóru vit úti og skreiddu. Eg helt ordiliga fast í
Pjøssu, so hon ikki datt av sleðuni. Men tá eg og babba fóru at skreiða í
brekkunum slapp Pjøssa ikki við. Tað var ov farligt :) Eg slapp at skreiða
einsamallur. Eg fekk ordiliga nógva ferð á, so mamma ella babba máttu steðgaðu
mær, annars endaði eg í veitum ella húsum... ;) Tá flenti og rópti eg (vónandi
kemur ein lítil filmur skjótt á bloggin...tit vita kápilin manglar...).

Mær dámar ordiliga væl at spæla í kavanum. Eg og mamma hava gjørt ein
kavamann. Og í dag bygdu eg og babba eina borg. Ordiliga stuttligt :)

Skriva hevur  [ KM ](https://www.blogger.com/profile/04286585345695764773) kl
[23.46](http://sorenarson.blogspot.com/2010/12/vitjan-av-pjssu.html) [ Ingen
kommentarer: ](http://sorenarson.blogspot.com/2010/12/vitjan-av-pjssu.html
#comment-form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=7439985871770942894&postID=9014796878997542628&from=pencil)

## 06 november 2010

###  [Update](http://sorenarson.blogspot.com/2010/11/update.html)

Nú er langt síðani síðst, men vit hava ein trupuleika... Tá vit vóru í Elduvík
í summar gloymdu vit kápilin, ið man yvirførir myndirnar av kameranum til
telduni við. Tí hava vit ikki nakrar myndir at leggja út á bloggin... Vónandi
fara vit skjótt eftir káplinum, og fáa lagt fleiri myndir á bloggin!

  
Annars gongur tað gott her í Hósvík. Eg dugu væl at tosa og læri skjótt nýggj
orð :) Eg eri líka bíttur í bilum enn, men mær dámar eisini væl at tekna. Tað
besta er at tekna saman við mammu ella babba. Tá biði eg tey tekna bilar,
kampingvognar, lastbilar, brandbilar, páhengsvognar v.m., og so tekni eg
víðari uppá teir ella farvi teir :)

Skriva hevur  [ KM ](https://www.blogger.com/profile/04286585345695764773) kl
[23.48](http://sorenarson.blogspot.com/2010/11/update.html) [ Ingen
kommentarer: ](http://sorenarson.blogspot.com/2010/11/update.html#comment-
form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=7439985871770942894&postID=9016975914234068705&from=pencil)

###  [Sjóðmannadagur í oysandi regni
:)](http://sorenarson.blogspot.com/2010/11/sjomannadagur-i-oysandi-regni.html)

Í august vóru eg, mostur, Elisabeth og mamma á Sjóðmannadegnum í Klaksvík. Tað
var sera hugnaligt og stuttligt, men tað oysti niður og øll uttan eg blivu vát
:) Mamma hevði tikið regnklæðir, gummistylvar, eykaklæðir v.m. við til mín,
men bert tikið regnjakka við til sín. Og mostir og Elisabeth vóru ikki nógv
fregari! So hini 3 konufólkini fingu karm, ha ha ha :D

  
Eg helt tað vera ordiilga stuttligt at síggja fiskarnar, krabbanar, hvalirnar
og serstakliga hávin :) Hann vendi eg aftur til fleiri ferðir. So hetta verður
endurtikið næsta ár!

  
[![](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXSnl53XEI/AAAAAAAACnQ/OrU1pNGVIeM
/s400/P1040286.JPG)](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXSnl53XEI/AAAAAAA
ACnQ/OrU1pNGVIeM/s1600/P1040286.JPG)

Tað regnar og regnar í allan dag... :) Elisabeth, mostir og eg hyggja at
ymisku fiskunum í karinum.

  
[![](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXSoshhAcI/AAAAAAAACng/dDJqmqQW0kA
/s400/P1040288.JPG)](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXSoshhAcI/AAAAAAA
ACng/dDJqmqQW0kA/s1600/P1040288.JPG)

Her síggja tit hávin...

  
[![](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXSoF1ltwI/AAAAAAAACnY/uOgjhsh9lVA
/s400/P1040287.JPG)](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXSoF1ltwI/AAAAAAA
ACnY/uOgjhsh9lVA/s1600/P1040287.JPG)

Eg keli hávin, hann hevði sera spískar og hvassar tenn.

  

[![](http://4.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXSo7tRaWI/AAAAAAAACno/Mh2k5R1Uvxs
/s400/P1040289.JPG)](http://4.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXSo7tRaWI/AAAAAAA
ACno/Mh2k5R1Uvxs/s1600/P1040289.JPG)

Mamma og eg hyggja at eyganum á grindahvalinum. Har vóru 2 grindahvalir at
síggja.

[![](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXTokyESFI/AAAAAAAACnw/b3J08Ioip38
/s400/P1040291.JPG)](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXTokyESFI/AAAAAAA
ACnw/b3J08Ioip38/s1600/P1040291.JPG)[](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/T
NXTo4H03nI/AAAAAAAACn4/rZ4tAiaVkXc/s1600/P1040292.JPG)

[![](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXTo4H03nI/AAAAAAAACn4/rZ4tAiaVkXc
/s400/P1040292.JPG)](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXTo4H03nI/AAAAAAA
ACn4/rZ4tAiaVkXc/s1600/P1040292.JPG)

Men men, tað besta var at renna ígjøgnum hyljarnar og sprutta :)

[![](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXTpBMZgaI/AAAAAAAACoA/rglnKozbACg
/s400/P1040293.JPG)](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXTpBMZgaI/AAAAAAA
ACoA/rglnKozbACg/s1600/P1040293.JPG)

Nam nam, hetta smakkaði sera væl :) Vit fingu øll 4 gratis ís.

[![](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXTpuz1VAI/AAAAAAAACoI/kTuN1ADKUrI
/s400/P1040294.JPG)](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TNXTpuz1VAI/AAAAAAA
ACoI/kTuN1ADKUrI/s1600/P1040294.JPG)

KM hugnar sær á baksetrinum í turrum klæðum, meðan hinar 3 sótu vátar og
kaldar, og gleddu ser SERA NÓGV at komu til Hósvíkar, har mamma hevði turr
klæðir ;)

Skriva hevur  [ KM ](https://www.blogger.com/profile/04286585345695764773) kl
[23.05](http://sorenarson.blogspot.com/2010/11/sjomannadagur-i-oysandi-
regni.html) [ Ingen kommentarer:
](http://sorenarson.blogspot.com/2010/11/sjomannadagur-i-oysandi-regni.html
#comment-form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=7439985871770942894&postID=2861276244032243402&from=pencil)

## 21 september 2010

###  [Við Gjógv og balla](http://sorenarson.blogspot.com/2010/09/vi-gjogv-og-
balla.html)

Í august mánað vóru vit eisini við Gjógv og ballaðu. Mær dámdi sera væl at
**"greiða græs"**, sum eg segði :) Men nærkaðist eg pakkimaskinuni, fór eg at
gráta. Hon larmaði for illa. So ístaðin fór omma túr við mær og Kristinu...hon
keypti okkum ís, mam mam :)

  
[![](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkfoXpFw2I/AAAAAAAACmg/-4oBPEabmvM
/s400/P1040248.JPG)](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkfoXpFw2I/AAAAAAA
ACmg/-4oBPEabmvM/s1600/P1040248.JPG)

Eg og tríminingur mín, Kristina. Vit einast so øgiliga væl :)

  

[![](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkfpPwvgYI/AAAAAAAACmw/0I8dOCd2X2M
/s400/P1040239.JPG)](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkfpPwvgYI/AAAAAAA
ACmw/0I8dOCd2X2M/s1600/P1040239.JPG)

Eg og babba :)

  
[![](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkfoxik_NI/AAAAAAAACmo/RRF-4MaotFA
/s400/P1040244.JPG)](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkfoxik_NI/AAAAAAA
ACmo/RRF-4MaotFA/s1600/P1040244.JPG)

Her er ballinga maskinan, og teir hart arbeiðandi menn ;)

[![](http://4.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkfqmCmJpI/AAAAAAAACnA/Y8fh9hNCV9w
/s400/P1040237.JPG)](http://4.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkfqmCmJpI/AAAAAAA
ACnA/Y8fh9hNCV9w/s1600/P1040237.JPG)[](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/T
JkfqMg5LdI/AAAAAAAACm4/HN2aDzFSRbs/s1600/P1040236.JPG)

Rógvi, syskinabarn mammu, og mostir

[![](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkfqMg5LdI/AAAAAAAACm4/HN2aDzFSRbs
/s400/P1040236.JPG)](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkfqMg5LdI/AAAAAAA
ACm4/HN2aDzFSRbs/s1600/P1040236.JPG)

Jóhan, syskinabarn mammu, og abbabeiggi

Skriva hevur  [ KM ](https://www.blogger.com/profile/04286585345695764773) kl
[23.04](http://sorenarson.blogspot.com/2010/09/vi-gjogv-og-balla.html) [ Ingen
kommentarer: ](http://sorenarson.blogspot.com/2010/09/vi-gjogv-og-balla.html
#comment-form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=7439985871770942894&postID=1752948997512595091&from=pencil)

###  [Summarferia í Elduvík
:)](http://sorenarson.blogspot.com/2010/09/summarferia-i-elduvik.html)

Fyrstu vikuna í august vóru vit í summarhúsunum í Elduvík. Tað var so deiligt.
So oftani eg slapp var eg í ánni og kastaði steinar (hetta dámar mær sera væl
fyri tíðina), og teir flestu dagarnar fekk eg minst 2 karmar :) Gott at mamma
hevði tikið nógv eyka klæðir við.

  

Okkum dáma so væl at vera í Elduvík og slappa av. Meðan vit vóru har var babba
á floti við abbabeiggja, so hann fylti okkum frystaran :) Eisini kom mostir
forbí og heilsaði uppá okkum :)

Vit gleða okkum til vit aftur fáa summarfrí og fara til Elduvíkar :)

  
[![](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkX14ArEnI/AAAAAAAAClg/APKaCsJS97w
/s400/P1040176.JPG)](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkX14ArEnI/AAAAAAA
AClg/APKaCsJS97w/s1600/P1040176.JPG)

Fittasti skatturin hjá mammu og pápa sínum

  
[![](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkX3jmb8UI/AAAAAAAACl4/flxVX3ADU04
/s400/P1040198.JPG)](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkX3jmb8UI/AAAAAAA
ACl4/flxVX3ADU04/s1600/P1040198.JPG)

Man má konsentrera seg, tá ið man skal kasta ein stein.

  
[![](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkX3CsTWvI/AAAAAAAAClw/07r4E8eTIc4
/s400/P1040194.JPG)](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkX3CsTWvI/AAAAAAA
AClw/07r4E8eTIc4/s1600/P1040194.JPG)

UPS, so datt hann á rumpuna

  
  

  
[![](http://4.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkX2hbiK0I/AAAAAAAAClo/LT4bD0YnxHw
/s400/P1040184.JPG)](http://4.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkX2hbiK0I/AAAAAAA
AClo/LT4bD0YnxHw/s1600/P1040184.JPG)

:)

[![](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkX33AvPMI/AAAAAAAACmA/-oQPLtCC5YI
/s400/P1040199.JPG)](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkX33AvPMI/AAAAAAA
ACmA/-oQPLtCC5YI/s1600/P1040199.JPG)

Eg og mamma niðri við ánna

  
[![](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkaEmVpqXI/AAAAAAAACmY/8yw1TZxVHnY
/s400/P1040231.JPG)](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkaEmVpqXI/AAAAAAA
ACmY/8yw1TZxVHnY/s1600/P1040231.JPG)

Meðan babba og abbabeiggi flekja fiskin, slapp eg at spæla við slanguna. Hetta
dámdi mær, og her fekk eg eisini karm :)

  
[![](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkaEDdq1fI/AAAAAAAACmQ/BcgCu_vPErM
/s400/P1040218.JPG)](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkaEDdq1fI/AAAAAAA
ACmQ/BcgCu_vPErM/s1600/P1040218.JPG)

Mamma fær ein muss :-*

[![](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkaDiPcvXI/AAAAAAAACmI/9X3IU6ezj-w
/s400/P1040206.JPG)](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TJkaDiPcvXI/AAAAAAA
ACmI/9X3IU6ezj-w/s1600/P1040206.JPG)

Mostir, eg og mamma :)

**Fleiri myndur eru í myndasavninum :)**

Skriva hevur  [ KM ](https://www.blogger.com/profile/04286585345695764773) kl
[22.28](http://sorenarson.blogspot.com/2010/09/summarferia-i-elduvik.html) [
Ingen kommentarer:
](http://sorenarson.blogspot.com/2010/09/summarferia-i-elduvik.html#comment-
form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=7439985871770942894&postID=3082691066663952000&from=pencil)

## 11 august 2010

###  [Ólavsøkan
2010](http://sorenarson.blogspot.com/2010/08/olavskan-2010.html)

Vit høvdu aftur í ár eina góða Ólavsøku. Vit 3 vóru í føroyskum klæðum, men
vit fingu ikki tikið eina mynd av okkum 3 saman :(

  
Ólavsøkuaftan vóru vit til kappróðurin, og síðani at ganga oman og niðan.
Síðani til nátturða hjá Kjartan abbabeiggja.

Ólavsøkudag vóru eg, abbi og mamma á Vaglinum eftir guðstænastuna. Tað var
gott veður og sera hugnaligt. Eg var við mammu og babba í býnum hetta
kvøldið/náttina. Tað riggaði væl. Eg sovnaði stutt eftir miðnátt, og svav líka
til eg vaknaði morgunin eftir :)

  

[![](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TGMMVlJTieI/AAAAAAAACjM/1DD7qosZK6s
/s400/P1040087.JPG)](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TGMMVlJTieI/AAAAAAA
ACjM/1DD7qosZK6s/s1600/P1040087.JPG)

Hetta er besta myndin av mær í føroyskum klæðum. Eg tími ikki at taka myndir
fyri tíðina.

  
[![](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TGMMVwa-A_I/AAAAAAAACjU/9i0eep16cwI
/s400/P1040091.JPG)](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TGMMVwa-
A_I/AAAAAAAACjU/9i0eep16cwI/s1600/P1040091.JPG)

Eg rokaðist nógv á Tinganesi, meðan omma sang við Ólavsøkukórinum. Tað var
gott at abbi var har at renna aftaná mær, tí mamma hevði ringt við at fylgja
við mær í føroysku klæðunum ;)

[![](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TGMMWhQ5pPI/AAAAAAAACjc/ycz05LBh6VU
/s400/P1040022.JPG)](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TGMMWhQ5pPI/AAAAAAA
ACjc/ycz05LBh6VU/s1600/P1040022.JPG)

So eru vit bæði klár at fara í býin

[![](http://4.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TGMMVM-aRbI/AAAAAAAACjE/jURCRxqGcD4
/s400/P1040053.JPG)](http://4.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TGMMVM-
aRbI/AAAAAAAACjE/jURCRxqGcD4/s1600/P1040053.JPG)

Feðgarnir báðir til kappróðurin.

Skriva hevur  [ KM ](https://www.blogger.com/profile/04286585345695764773) kl
[22.36](http://sorenarson.blogspot.com/2010/08/olavskan-2010.html) [ Ingen
kommentarer: ](http://sorenarson.blogspot.com/2010/08/olavskan-2010.html
#comment-form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=7439985871770942894&postID=7059691201835000305&from=pencil)

## 13 juni 2010

###  [Leygardagur 12.
juni](http://sorenarson.blogspot.com/2010/06/leygardagur-12-juni.html)

Í gjár var Sundalagsstevna, og vit nýttu høvi at hyggja at kappróðri. Fastir
rør við Falkinum úr Hósvík. Tær liggja í toppinum, so vit vóru sera spent :)
Meðan vit bíðaðu eftir at 5 mannafør gentir skuldu rógva, slapp eg at rokast
runt í bilinum. Tað dámdi mær sera væl og var eg mega í hoppla.

  

[![](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TBTzZSLpSYI/AAAAAAAACYA/i0peX-grLXg
/s400/P1030873.JPG)](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TBTzZSLpSYI/AAAAAAA
ACYA/i0peX-grLXg/s1600/P1030873.JPG)

Feðgarnir báðir.

[![](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TBTzZ8U9dYI/AAAAAAAACYI/-3JUUoMNY0Y
/s400/P1030874.JPG)](http://3.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TBTzZ8U9dYI/AAAAAAA
ACYI/-3JUUoMNY0Y/s1600/P1030874.JPG)

Eg slapp eisini at sita millum setrini hjá mammu og babba. Hetta dámdi mær
væl, tí tá hevði eg ordiliga gott útsýni

[![](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TBTzaSB--NI/AAAAAAAACYQ/wQ7Qn_QcIuk
/s400/P1030878.JPG)](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TBTzaSB--
NI/AAAAAAAACYQ/wQ7Qn_QcIuk/s1600/P1030878.JPG)

So bíðar fastir bert eftir at dómarin skal skjóta.... uha mamma og babba vóru
spent...

[![](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TBTza-L8n0I/AAAAAAAACYY/ao4z-
vWndcY/s400/P1030880.JPG)](http://2.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/TBTza-
L8n0I/AAAAAAAACYY/ao4z-vWndcY/s1600/P1030880.JPG)

Blái báturin í miðuni er Falkur. Hann lá fremstur so at siga alla róðurin.
Jubiii, tillukku fastir.

Eftir sum at Falkurin vann fóru vit 3 oman at heilsa uppá fastir. Sum tær vóru
glaðar :)

Um kvøldið, tá ið báturin kom aftur í bygdina koyrdu tey runt alla bydina og
floytaðu. Manningin á Falkinum koyrdi fremst í einum limousini. Ordiliga
stuttligt :)

Eg hvørki sá ella hoyri nakað, tí eg var sovnaður og havi so góðar
svøvngáður... :(

Skriva hevur  [ KM ](https://www.blogger.com/profile/04286585345695764773) kl
[16.59](http://sorenarson.blogspot.com/2010/06/leygardagur-12-juni.html) [
Ingen kommentarer:
](http://sorenarson.blogspot.com/2010/06/leygardagur-12-juni.html#comment-
form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=7439985871770942894&postID=6365402034626805896&from=pencil)

[Ældre indlæg](http://sorenarson.blogspot.com/search?updated-
max=2010-06-13T16:59:00%2B02:00&max-results=7)
[Start](http://sorenarson.blogspot.com/)

Abonner på: [Indlæg
(Atom)](http://sorenarson.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Vælkomin á okkara blog

Hey øll!

Vælkomin á okkara blog. Eg eiti Kristian Martin og var borðin í heim tann 6.
juni 2008.

  
Á hesum bloggi fara mamma og babba at skriva hvat vit trý rokast við. Eisini
fara tey at leggja myndir út, so tit kunnu síggja hvat vit takast við og
hvussu eg vaksi og mennist :)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=7439985871770942894&widgetType=Text&widgetId=Text1&action=editW
idget&sectionId=sidebar-right-1)

![](http://1.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/S1C8dUh1QhI/AAAAAAAAB8k/B8C318yrQrA/
S240/P1000437.JPG)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=7439985871770942894&widgetType=Image&widgetId=Image1&action=edi
tWidget&sectionId=sidebar-right-1)

## Mamma og babba :)

![Mamma og babba :)](http://4.bp.blogspot.com/_PbTM55wJpBg/So6NjKoHd1I/AAAAAAA
ABDE/trQqg_7aPLs/S269/P1010634.JPG)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=7439985871770942894&widgetType=Image&widgetId=Image2&action=edi
tWidget&sectionId=sidebar-right-1)

## Hvat vit rokast við

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2010 ](http://sorenarson.blogspot.com/search?updated-min=2010-01-01T00:00:00%2B01:00&updated-max=2011-01-01T00:00:00%2B01:00&max-results=15) (15)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ december ](http://sorenarson.blogspot.com/2010_12_01_archive.html) (1)
      * [Vitjan av Pjøssu :)](http://sorenarson.blogspot.com/2010/12/vitjan-av-pjssu.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ november ](http://sorenarson.blogspot.com/2010_11_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ september ](http://sorenarson.blogspot.com/2010_09_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ august ](http://sorenarson.blogspot.com/2010_08_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ juni ](http://sorenarson.blogspot.com/2010_06_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ maj ](http://sorenarson.blogspot.com/2010_05_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ april ](http://sorenarson.blogspot.com/2010_04_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ februar ](http://sorenarson.blogspot.com/2010_02_01_archive.html) (5)
  * [ ► ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://sorenarson.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00%2B01:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00%2B01:00&max-results=18) (18)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ november ](http://sorenarson.blogspot.com/2009_11_01_archive.html) (5)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ oktober ](http://sorenarson.blogspot.com/2009_10_01_archive.html) (7)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ september ](http://sorenarson.blogspot.com/2009_09_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ august ](http://sorenarson.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (4)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=7439985871770942894&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
1&action=editWidget&sectionId=sidebar-right-1)

## Myndasavn

Loading...

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=7439985871770942894&widgetType=Slideshow&widgetId=Slideshow1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar-right-1)

Skabelonen Awesome Inc.. Skabelondesign af [enjoynz](http://www.istockphoto.co
m/googleimages.php?id=8241450&platform=blogger&langregion=da). Leveret af
[Blogger](https://www.blogger.com).

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=7439985871770942894&widgetType=Attribution&widgetId=Attribution
1&action=editWidget&sectionId=footer-3)

  *[22.28]: 2010-09-21T22:28:00+02:00
  *[23.04]: 2010-09-21T23:04:00+02:00
  *[23.05]: 2010-11-06T23:05:00+01:00
  *[22.36]: 2010-08-11T22:36:00+02:00
  *[23.46]: 2010-12-06T23:46:00+01:00
  *[23.48]: 2010-11-06T23:48:00+01:00
  *[16.59]: 2010-06-13T16:59:00+02:00

